B68 er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin B68-ÍF

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18 verður ein sera týðandi dystur leiktur í botnstríðnum í Betrideildini hjá monnum.

 

Á Svangaskarði á Toftum tekur B68 móti ÍF. Bæði liðini hava eitt aftaná átta dystir og hava hart brúk fyri stigum.

 

R4 á Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

13 altjóða veddingarfyritøkur hava B68 sum ein rættiliga greiðan favoritt til at vinna dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B68 eru 1,51.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,05.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til ÍF eru 5,28. So favorittstøðan hjá B68 er rættiliga greið.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd