B68 leigar málverja í Klaksvík

Eftir at hava arbeitt við málinum síðani sunnudagin eydnaðist tað í dag toftamonnum at leiga málmann fyri teir báðar, sum eru skaddir

Leygardagin klokkan 16 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, tá ið B68 fær vitjan av Víkingi. Víkingarnir hava einaferð fyrr í ár verið á Toftum. Tað var 18. apríl, tá ið Víkingur vann 4-0.

 

Mánadagin boðaði B68 venjarin Øssur Hansen frá, at hann hevði lagt frá sær, og hjálparvenjarin André Olsen var seinni á degnum settur at taka sær av venjingunum og fyribils at hava ábyrgd av liðnum., og nú er tað greitt, at tað eisini verður nýggjur maður millum B68 stólparnar leygardagin.

 

Fleiri B68 spælarar eru so illa skaddir, at teir fáa ikki spælt. Tveir av teimum eru málverjarnir. Fyrsti málverjin Rói Mørk Hentze hevur verið skaddur seinastu vikurnar. Staðfest er, at talan er um liðbandsskaði í knænum, og Rói verður ikki við næstu vikurnar.

 

Annar málverji er Ragnar Lindholm, sum fyri stuttum er komin aftur til Toftir eftir seinastu árini at hava verið í útbúgvingarørindum í Danmark. Hann hevur vart málið fýra tær seinastu ferðirnar. Tá ið B68 sunnukvøldið tapti 4-1 á Argjum, varð hann skaddur í arminum, og hann fær ikki spælt.

 

Ian D. Jacobsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, greiðir soleiðis frá:

 

-Tað er loyvt at leiga málverja, tá ið støðan er so akutt, sum hon nú er hjá okkum. Vit hava roynt at leiga fleiri málverjar uttanlands, men tað er ikki eydnast. Nú hava klaksvíkingar leigað okkum eykamálverjan hjá teimum. Tí verður tað Meinhart P. Joensen, sum ímóti Víkingi fer at verja B68 málið, sigur Ian D. Jacobsen formaður í Tofta Ítróttarfelag.

 

42 ára gamli Meinhardt P. Joensen venur við besta hópinum hjá KÍ. Hann er eykamálverji hjá Mathias Brinch Rosenørn, og higartil í ár hevur hann spælt ein dyst í næstbestu deildini. Tað var 23. apríl, tá ið KÍ á heimavølli tapti 3-1 ímóti ÍF.

 

At vera leigaður út og verja málið fyri annað felag er ikki ókend støða hjá Meinhardti. Bæði í 2016 og í 2020 var hann nakrar dystir málverji hjá TB – tríggjar dystir í 2016 og fimm dystir í 2020, veit faroesoccer. com at siga. Í 2004 var Meinhardt málverji hjá B68 í seks dystum.

 

Tá ið Meinhardt P. Joensen leygardagin fer at verja B68 málið, verður tað 335. ferðin, at hann fer at spæla í bestu landskappingini. Haraftrat hevur hann spælt 42 dystir í kappingini um løgmanssteypið, tveir stórsteypadystir og 12 dystir í europeisku kappingunum. Tað vil siga, at dysturin leygardagin verður tann 392. hjá honum á hægsta støði.