B71 vann fyri fyrstu ferð síðani á ólavsøku

1. DEILD: B36 legði seg á odda, men sandoyingar svaraðu so ruddiliga aftur

Ólavsøkan var góð hjá B71. Tá vunnu sandoyingar tveir dystir. Dygst undan ólavsøku vunnu teir 3-0 á útivølli ímóti HB, og dygst eftir ólavsøku vunnu teir 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi.

 

Síðani hevur B71 spælt tríggjar dystir uttan at vinna. Tað endaði við 4-2 tapi á útivølli ímóti B36, 2-1 heimatapi ímóti HB og 3-3 á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Í dag hevði B71 vitjan av B36, og nú eydnaðist tað sandoyingum at vinna fulla úrtøku, hóast tað var B36, sum setti hol á.

 

Sigurin ber við sær, at B71 er á fimta plássi við 33 stigum.

 

Tapið ber við sær, at B36 er á sjeynda plássi við 25 stigum.

 

Jógvan Gullfoss legði B36 á odda, tá ið 10 minuttir vóru farnir. Uppleggið átti Rani Berg í Soylu. Hetta var fyrsta ferðin, at 17 ára gamli Jógvan Gullfoss var málskjútti í næstbestu deildini.

 

B36 leiðslan helt, inntil seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Tá javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var Tijani Mohammed. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var millum málskjúttarnar.

 

Sjey minuttir seinni átti Tijani Mohammed uppleggið, tá ið Jónas Warner legði B71 á odda 2-1.

 

Joel Vazques staðfesti 3-1 sigurin, tá ið tað restaði eitt korter. Tá var tað Jónas Warner, sum legði upp til málið.