Bach í Kertuljósi í Kirkjubø

Vælumtóktu jólakonsertirnar Bach Í Kertuljósi í Kirkjubø vóru av koronu avlýstar tvey tey seinastu jólini, og vóru mong hørm um hetta.

 

– Konsertin er vorðin ein partur av jólahugnanum í Suðurstreymi, skrivar fyrireikararnir.

Hesaferð verður konsertin aftur á skránni og við tveimum av okkara bestu songkvinnum, Biritu Adelu Davidsen og Biritu Poulsen sum solistar.

Konsertin verður mikukvøldið 7. desember, seinni í mánaðinum kemur meira kunning um skránna og leikarar, siga fyrireikararnir.

 

Niðanfyri er ein brellbiti av youtube:

 

##med2##