Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku deildini taptu

Haukar og ÍBV vóru fyri teprum tapum hetta vikuskiftið

Natasja Hammer skoraði eitt mál fyri Haukar, ið taptu tepurt 20-21 fyri Þór/​KA á útivølli á Akureyri í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Þór/​KA var á odda 11-10 í steðginum.

 

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV taptu ígjár á heimavølli 22-24 fyri Stjørnuni. Stjarnan var á odda 12-11 í steðginum. Ingibjørg var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV hesaferð. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirVJTMálmunurStig
1Valur220064:404
2Stjarnan220050:424
3ÍBV210150:512
4Fram210159:402
5Selfoss210150:522
6KA/Þór210153:532
7Haukar200247:630
8HK200239:710