Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku deildini vunnu

Nicholas Satchwell stórspældi í málinum hjá KA í kvøld

Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum, KA og ÍBV í bestu íslendsku mansdeildini í kvøld.

 

KA vann á útivølli 31-27 á liðnum, Hørði á Ísafirði. Í steðginum var KA á odda 20-15.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell stórspældi í málinum hjá KA, og hevði ikki færri enn 15 bjargingar. Allan Norðberg gjørdi eisini sítt við at skjóta fýra mál fyri KA.

 

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at ítróttarfelagið Hørður saman við einum øðrum ítróttarfelagi, Vestri á Ísafirði lat Ísafjarðarsúlurnar til føroysku steypakappingina í fótbólti, árini 1955-1988.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu á heimavølli stórsigur 43-28 á ÍR. Í steðginum var ÍBV á odda 23-15.

 

Dánjal Ragnarsson skoraði seks mál fyri ÍBV í kvøld. Janus Dam Djurhuus var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í kvøld. 

 

KA og ÍBV hava bæði trý stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í deildini hetta kappingarárið. 

 

Komandi hóskvøld spælir KA á útivølli móti verandi meistarunum, Vali. Sama kvøld spælir ÍBV á útivølli móti Selfossi.