Bæði streymur og veður verða til vildar

Mánadagin kemur eitt ísfiskalínuskip inn at landa, og eitt annað kemur síðst í næstu viku.

 

 

Tvey ísfiskalínuskip eru í løtuni undir Føroyum. Tey fáa mest av toski, longu og brosmu. Annað skipið kemur inn at landa mánadagin, og hitt kemur síðst í vikuni.

 

 - Væntandi loysir okkurt ísfiskalínuskip aftrat í næstum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag um útlitini fyri næstu viku.

 

Fýra frystilínuskip fiska í løtuni undir Føroyum, eitt er í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap.

 

Bæði streymur og veður fara at roynast í vikuni sum kemur. 

 

Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri, men á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur.