AB venjarin hevur stungið í sekkin

Høvuðsvenjarin hjá Argja Bóltfelag, Sámal Erik Hentze, er í dag farin frá sum venjari felagsins

 

Hesum boðar Argja Bóltfelag frá í kvøld.

 

Felagið skrivar soleiðis:

 

– Høvuðsvenjari okkara hevur í dag ynskt at vera loystur úr starvi. Orsøkin til uppsøgnina er, at ítróttarligu ambitiónirnar ikki samsvara millum felag og venjara. 

 

– Tað er týdningarmikið at undirstrika, at uppsøgnin einki hevur at gera við søgurnar um AB í miðlunum.

 

Málið í miðlunum, sum AB sipar til, er søgan um útlendsku spælararnar hjá AB, ið eru frá londum uttan fyri Norðurlond, sum fáa 12.300 krónur í løn frá felagnum, men sum skulu gjalda 9.500 krónur aftur til felagið fyri húsaleigu.