Hesum boðaði hann spælarunum frá í gjárkvøldið.
Í tilsamans trý ár hevur Sámal Erik Hentze vant besta mansliðið hjá Víkingi í tveimum umførum. Fyrru ferð var í 2016 og 2017 og seinnu ferð hetta kappingarárið.
Tey bæði fyrru árini megnaði liðið at vinna FM.
Nú liggur Víkingur á 5. plássi við 48 stigum, 9 fleiri enn síðsta kappingarár.
Onkur fuglur hevur sungið um, at Eyðun Klakstein er upp á tal sum nýggjur venjari hjá Víkingi.

Bagge gevst hjá Víkingi

