Klokkan 23.21 í gjárkvøldið varð ringt av miðnánsskúlanum á Kambsdali á 112, tí her var rættiiga nógvur roykur í einum rúmi í kjallaranum.
Fuglafjarðar Sløkkkilið og løgreglan fóru á staðið, og sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn í morgun var rættiliga nógvur roykur.
Tað vísti seg, at eldur hevði verið í einum el-skápi í kjallaranum, og her var, sum løgreglan sigur, rættiliga, rættiliga nógvur roykur.
Løgreglan visti í morgun at siga, at tað vóru tvey fólk, sum vóru farin í skúlan at baka føstulávintsbollar til dagin í dag, tá eldur kom í el-skápið.
Sum skilst á løgregluni, var tað serliga roykurin, sum hevði gjørt um seg og tey, sum skuldu baka føstulávintsbollarnar, endaði bæði á Landssjúkrahúsinum, har tey vórðu kannað fyri roykeitran.
Løgreglan leggur aftrat, at talan var um fólk, sum høvdu til uppgávu at baka føstulávintsbollarnar, sum skuldu brúkast á miðnámsskúlanum í dag.