Fyri lítlari løtu síðan er Bakkafrost á Glyvrum kosið Ársins Virki á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum. Portalurin fekk rætt í metingini, tá vit fyri løtu síðan væntaðu, at Tórshavnar Matfestivalur við Mortani í Hamrabyrgi fór at fáa heiðurin sum Ársins Átak á Vinnudegnum, sum er í Norðurlandahúsinum í dag.
Hetta gjørdist eisini úrslitið, tá Vinnuhúsið fyri løtu síðan alment boðaði frá, at matfestivalurin fekk hendan heiður.
Nú er eisini greitt, at góðskingarvirkið á Glyvrum, Bakkafrost, hevur fingið heiðurin sum Ársins Virki.
Hetta er júst kunngjørt á Vinnudegnum.
Portalurin fer í øðrum tíðindastubba at greiða frá grundgevingunum fyri valinum av ávikavist Ársins Átaki og Ársins Virki.
Vit ynskja Bakkafrost á Glyvrum og Tórshavnar Matfestivali tillukku við heiðurinum.