Bakkafrost tvífaldar framleiðsluorkuna

- Nú verður øll reinskering maskinell, og við hesi linjuni, sum vit fáa aftrat og teirri tøkni, sum nú er á marknaðinum, verður framleiðsluorkan av portiónum tvífaldað, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost Holding

Alivinna

 

Bakkafrost á Glyvrum verður í løtuni útbygt og umbygt. Samstundis, sum bygt verður norðureftir, verður alt tikið innan úr verandi virki, sum hevur við sjálva framleiðsluna at gera.

Tá tilbygningurin er liðugur, verður alt sett upp av nýggjum.

Endamálið við íløguni er at rationalisera og økja framleiðsluna av portiónum úr laksi.

 

Øll reinskering av fløkum skal nú gerast við maskinum – ella “robottum”, sum stjórin í Bakkafrost Holding, Regin Jacobsen, tekur til.

Hetta kemur kortini ikki at merkja, at talið av arbeiðsfólkið verður minni, men kanska heldur størri, tí framleiðslan av portiónum verður munandi økt.

 

700 fermetrar

- Vit hava longt virkið við 30 metrum norður úr verandi bygningi, soleiðis at samlaða longdin á virkinum suður og norður verður 100 metrar tilsamans. Virkið er 25 metrar breitt, og soleiðis liggur fermetratalið í nýggja partinum av virkinum um 700.

Regin sigur, at útbyggingin kemur at merkja, at ein portiónslinja verður sett upp aftrat, soleiðis at virkið kemur at hava tvær linjur.

- Vit byrjaðu at byggja út longu í januar, men sjálv framleiðslan av portiónum hevur gingið ótarnað heilt fram til 5. juni, tá vit fóru undir at taka gamla virkið niður. Alt arbeiðið skal verða liðugt 5. august, tá framleiðslan byrjar aftur við øktari orku.

 

Alt planlagt

Stjórin sigur, at felagið hevur lagt hesa út-og umbygging til rættis yvir meira enn eitt ár, soleiðis at bæði tøka, framleiðsla og søla frammanundan er lagað eftir hesum.

- Nøgdirnar av alifiski hjá okkum fara eisini at veksa, og soleiðis hava vit eisini “timað” verkætlanina eftir hesum.

Hann vísir á, at tá arbeiðið á Bakkafrost er liðugt, verður gongdin í stuttum hon, at rávøran fer at koma inn í norðurendanum av bygninginum, har kuldagoymslan eisini verður.

- Framleiðslan byrjar soleiðis har norðuri í bygninginum. Síðan fer fiskurin suður gjøgnum húsið, og tá framleiðslan kemur suður á leið, har virkið er bygt oman úr, verður lidna vøran fryst og fer síðan til avskipingar suðureftir.

Regin sigur, at eftir útbyggingina kunnu teir taka tríggjar trailarar í senn við ráfiski har norðuri, samstundis sum tríggjar rampur eru til trailarar í bygninginum oman úr, sum koma eftir lidnu vøruni.

- Typiskt verður tað soleiðis, at tríggir trailarar koma hvønn dag við ráfiski – og tríggir trailarar fara útaftur niðanfyri suðureftir.

Hann vísir á, at einasti parturin av laksinum, sum ikki verður virkaður og seldur sum liðugtvøra, er sjálv skræðan á fiskinum.

- Alt hitt fer útaftur sum liðugtvøra, og soleiðis er talan um rættiliga smáar nøgdir av slógvi, leggur hann aftrat.

 

Rationalisering

Fyri út-og umbyggingina á Bakkafrost eru fløkini reinskorin við hond, sum vanligt hevur verið í fiskaframleiðslu í mong ár, men hetta verður søga, tá virkið letur uppaftur fyrst í august.

- Nú verður øll reinskering maskinell, og við hesi linjuni, sum vit fáa aftrat og teirri tøkni, sum nú er á marknaðinum, verður framleiðsluorkan tvífaltað, sigur Regin.

Tað er RTS við Svend Lamhauge, sum hevur gjørt jørðarbeiði og Henning Hansen, byggimeistari, sum ger timburarbeiði.

John Mikkelsen stendur fyri el-arbeiðnum.

- Í sambandi við, at framleiðslan verður rationaliserað og økt, hava vit eisini fleiri útlendskar veitarar við útgerð, sum eru inni í myndini í løtuni, sigur Regin.

Bakkafrost Holding er høvuðsfelag, sum hevur fýra dóttirfeløg undir sær. Tey fýra feløgini eru Faroe Salmon, sum hevur alla sjógvalingina undir hond, kryvjivirkið í Klaksvík, Faroe Salmon Processing og Bakkafrost, sum er sølufelagið.

- Øll framleiðslan verður seld undir navninum Bakkafrost. Vit hava framleitt portiónir seinastu 10-11 árini, og tí er felagið eitt kent navn á útlendska laksamarknaðinum.

 

Lækkandi prísir

Regin Jacobsen vísir á, at prísirnir á helium laksi, sum seldur verður her og nú, sum hann tekur til, hevur verið fallandi hvørja viku í longri tíð.

- Orsøkin er, at norðmenn hava sent nógv størri nøgdir av laksi á marknaðin, enn teir vanliga plaga hesa tíðina av árinum.

Stjórin vísir á, at portiónirnar, sum Bakkafrost framleiðir, verða handlaðar í sáttmálum yvir hálvt ár ella so, og tí hevur felagið ikki merkt hesar somu lækkingar á sama hátt, sum teir, ið útflyta heilan fisk.

Hann væntar tó, at prísirnir á portiónum fara at lækka nakað, tá ið sáttmálarnir verða endurnýggjaðir.

- Vanliga eru prísirnir fyri portónir meira støðugir enn prísirnir fyri heilan fisk. Prísirnir eru ongantíð so høgir – og ongantíð so lágir, sum tann fiskur, sum verður seldur her og nú.

Regin sigur, at portiónirnar hava verið lutfalsliga støðugar í prísi øll árini.

 

160 fólk

- Tá framleiðslan av laksi í Føroyum var ov lítil til, at vit kundu hava støðugt arbeiði á virkinum, keyptu vit ísaðan laks úr Noregi og partvís úr Íslandi.

Stjórin hevur ikki hug at seta tal á, hvat um- og útbyggingin kostar.

- Men hetta er ein stór íløga, sum vit halda er neyðug og skilagóð, sigur Regin Jacobsen.

Tilsamans 160 fólk arbeiða hjá Bakkafrost Holding og hjá dóttirfeløgunum, sum eru undir hattinum hjá móðirfelagnum.