Bakkafrost við leskiligum laksaburgara 

Afturmeldingarnar eru góðar, og burgarin riggar væl saman við eitt nú salati, kipsi og ymiskum øðrum. Umframt at vera seldur í Føroyum, verður burgarin eisini marknaðarførdur uttanlands 

 

 

 

Tað eru nakrar vikur síðan, at Bakkafrost læt fyrstu pakkarnar við frystum laksaburgarum í út í handlarnar, og nú fæst burgarin til keyps í flestu føroyskum handlum, eitt nú Bónus, FK, Miklagarði og í Á-handlum. Tveir skræðu-og beinleysir laksaburgarar eru í hvørjum pakka, sum vigar 200 gram - ella 100 gram hvør burgari. 

Burgarin, sum nú er á marknaðnum, er hakkaður og kryddaður. 

 

Bakkafrost arbeiðir eisini við einum burgara, sum bert hevur eitt pinkalítið strok av salti á sær - og einki krydd. 

Her verður hugsað um fólk, sum kunnu gerast ovurviðkvom av onkrum kryddi, og fyri at binda um heilan fingur vil Bakkafrost eisini á marknaðin við burgara við als ongum kryddi.

Her verður eisini hugsað um tey, sum vilja krydda burgaran sjálvi, og tað skulu fólk sjálvsagt sleppa, halda tey á Bakkafrosti.

 

Leskiligi laksaburgarin er sera væl egnaður til grillina, men hann kann eins væl fara á pannina - ella í ovnin, alt eftir hvat viðskiftafólk ynskja. Fiskur er heilsugóður matur, fullur av vitaminum, og tú troyttast ikki á sama hátt av fiski sum eitt nú av kjøti, ið eisini liggur tyngri á enn fiskur, tá tú hevur etið.

Tað eru mong, sum vilja hava okkurt lættari á grillina enn ein neytaburgara, sum sjálvsagt eisini er góður til sína tíð.

 

Bakkafrost, sum er kent fyri sínar góðu laksavørur, leitar alla tíðina eftir nýggjum vørusløgum og marknaðum fyri hesar vørur. Fyritøkan hevur ymiskar nýggjar vørur í stoypiskeiðini, sum meira verður at hoyra um seinni.

Eftirspurningurin eftir fiski er stórur og veksandi, og her eitt stórt potentialið.

Nýggi laksaburgarin verður seldur frystur, og tá tú skalt brúka hann, fer hann beint úr frystiboksini og á grilluna, pannini ella í ovnin. Hetta er tað, sum Bakkafrost mælir til, og hetta er tað, sum riggar best. 

Soleiðis er tað slett ikki aktuelt at tiðna laksaburgaran.

 

Afturmeldingarnar, sum Bakkafrost hevur fingið fyri laksaburgaran, eru sera góðar, og hesin riggar væl saman við eitt nú salati, kipsi og ymiskum øðrum. Umframt at vera seldur í Føroyum, verður laksaburgarin eisini marknaðarførdur uttanlands og soleiðis, sum undirtøkan hevur verið higartil, sær hetta rættiliga spennandi út.