Hósdagin í síðstu viku boðaði kommunan frá, at koliformar bakteriur vóru staðfestar í vatninum í Kirkjubø. Í hesum sambandi varð eisini skrúvað fyri vatninum í eina løtu.
Í gjár vórðu royndir so tiknar av drekkivatninum, og royndirnar vísa, at koliformar bakteriur framvegis eru í vatninum - serliga í Geilini. Enn er tó ikki greitt, júst hvaðani dálkingin stavar, sigur kommunan.
Kókitilmælið fyri Kirkjubø stendur sostatt við - altso at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður.
– Nýggjar royndar eru tiknar í dag, og úrslitið fyriliggur í morgin, siga tey úr Tórshavnar kommunu.