Annar dysturin í bólki B bleiv spældur í kvøld. Tað endaði við 1-1 javnleiki, eftir at Timothy Weah hevði lagt USA á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki javnaði Gareth Bale upp á brotsspark.
Tað vóru vertirnir fyri HM í 2026, sum byrjaðu dystin best. USA var leikliga omaná og Wales hevði ilt við at hava nakað samanhangandi álopsspæl. Tí var tað í tráð við gongdina í dystinum, tá Timothy Weah legði USA á odda tíggju minuttir fyri hálvleiki.
Í seinna hálvleiki misti USA tamarhaldið á dystinum og Wales byrjaði at hótta. Serliga upp á deybóltar og tvídystir tóktist Wales at vera omaná. Wales var nær við tvær ferðir, men júst sum USA tóktist hava klárað skerðini, so gjørdu teir brotsspark.
Hvør annar enn Gareth Bale, størsta stjørna á liðnum, tók sær av at umsetta til mál. Hann er fyrsti spælari at skora fyri Wales í 64 ár í einum HM-endaspælið. Við javnleiki hava bæði liðini enn ein realistiskan møguleika at koma víðari.
##med2##
USA – Wales 1-1 (1-0)
1-0 Timothy Weah, 36
1-1 Gareth Bale, 82 br
Støðan:
1: Ongland 3
2: USA 1
3: Wales 1
4: Iran 0