Bale til USA at spæla fótbólt – og golf

Umstrídda walisiska heimsstjørnan skal komandi tíðina búgva í Los Angeles

Gareth Bale hevur skift til Los Angeles Football Club, vanliga nevnt LAFC. Tað hava verið nógvar gitingar um framtíðina hjá walisiska vonginum, sum júst hevur skotið Wales til HM-endaspælið.

 

Gareth Bale var eitt skifti heimsins dýrasti spælari, tá hann í 2013 skifti frá Tottenham til Real Madrid. Hann var hann ein týðandi partur av liðnum og skoraði nøkur minnilig mál. Millum annað í Copa del Rey og Champions League finaluni.

 

Seinnu árini hevur hann fyri tað mesta siti á bonkinum hjá Real Madrid, men samstundis verið í heimsflokki fyri Wales. Kærleikin fyri golf er heldur ikki ókendur. Burturúr tí komu kendu orðini á einum flaggi: “Wales, golf, Madrid – in that order”. Wales, golf, Madrid, í hasi rekkjufylgjuni.

 

Søgur hava verið um, at Gareth Bale sum 32 ára gamal fór at gevast. Í summar hevur hann skotið Wales til HM-endaspælið, og um vikuskiftið boðaði hann frá, at hann skiftir til LAFC í USA. Sáttmálin er ikki endaliga góðkendur, men leiðslan í LAFC vónar, at eiga Gareth Bale í longri enn teir seks mánaðirnar, ið eru til HM byrjar.