Baltic Cup: Oddsini hella eitt vet til estiskan sigur

Her eru oddsini upp á hálvfinaluna í Baltic Cup Estland-Føroyar

 

 

Klokkan 17 í morgin spæla Estland og Føroyar hálvfinalu í Baltic Cup á A. Le Coq Arena í Tallinn.

 

Hetta er áttandu ferð Estland og Føroyar møtast, og higartil hevur Estland vunnið fýra dystir, Føroyar hava vunnið tveir dystir, og ein dystur er endaður javnur.

 

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hella eitt vet til ein sigur til heimaliðið.

 

Oddsini upp á heimasigur til Estland liggja millum 2.20 og 2,45.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,00 og 3,40. Verður javnleikur verður brotssparkskapping fyri at finna vinnarin, ið skal spæla finalu. 

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 2,65 og 3,28.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##