Bankapakkarnir kosta milliardir

Teir donsku skattgjaldararnir mugu í mappuna eftir pengum til at fíggja bankapakkarnar. Ein útrokning vísir, at pakkarnir fara ikki at geva ríkiskassanum avlop. Tað hevur stjórnin annars sagt.

Politiken skrivar í dag, at teir báðir bankapakkarnir, sum Fólkatingið samtykti í 2008 og 2009, fara at kosta ríkiskassanum í minsta lagi 2,6 milliardir krónur. Tað vísa útrokningar, sum fólkatingsmaðurin Frank Aaen hevur gjørt, og sum fleiri serfrøðingar hava góðkent.

Stjórnin hevur alla tíðina hildið uppá, at bankapakkarnir fóru at geva ríkiskassanum umleið 4,5 milliardir krónur í vinningi. Men Frank Aaen vísir á, at stjórnin hevur ikki tikið tað við, at bankarnir kunnu draga eina røð av útreiðslum, sum teir hava í sambandi við pakkarnar, frá í skattinum. Hetta ber í sær, at ríkiskassin missir góðar sjey milliardir í skattainntøkum, og tað er ikki við í roknistykkinum hjá stjórnini, skrivar Politiken.

Finn Østrup, professari í kreditrætti á Copenhagen Business School, sigur við blaðið, at tað er misvísandi, at stjórnin ikki hevur tikið skattaviðurskiftini við í roknistykkið.

Søren Gade, varastjóri í Finansrådet, viðgongur, at skattgjaldararnir fáa ikki tann vinning burtur úr bankapakkunum, sum eisini Finansrådet fleiri ferðir hevur sagt.

-Tað er rætt, at bankapakkarnir geva hall, um vit taka vit skattaviðurskiftini við. Men so er rætt at nevna, at tað hallið hevði eisini verið, um vit ongar bankapakkar høvdu havt, sigur Søren Gade við Politiken.