Tá danski bankaserfrøðingurin, Bjarni Jensen, hóskvøldið í síðstu viku helt fyrilestur um sølumøguleikar av Føroya Banka, mælti hann staðiliga ímóti at útseta søluna. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur lagt upp til at selja tveir triðingar, ella 66 prosent. Av hesum skulu útlendskir íleggjarar sleppa at keypa 28 prosent, føroyskir íleggjarar onnur 28 prosent, meðan 10 prosent verður boðið út til føroyska almenningin. Ongin einsamallur keypari sleppur at keypa meiri enn tað, ið svarar til 10 prosent av atkvøðunum á aðalfundinum.
Á kjakfundinum í Miðlahúsinum vísti Bjarni Jensen á, at sjálvt um Føroya Banki hevur ein eginpening, ið liggur á leið 1,25 mia. krónum, meðan Eik hevur góðar 1,20 mia. krónur – ella á leið 50 mió. krónur minni – so hevur Eik munandi størri virði enn Føroya Banki. Orsøkin er, at virksemið og harvið inntøkumøguleikarnir hjá Eik, eru størri enn hjá Føroya Banka. Tað er hesum, ið íleggjarar hyggja mest eftir, og sum í stóran mun ásetir kursin á partabrøvum í einum peningastovni ella eini aðrari fyritøku. Við øðrum orðum, hvussu góðar inntøkumøguleikar íleggjarin sær fyri sær.
At Bjarne Jensen, eftir fyrispurning frá Kára Petersen úr Landsbankanum, setti spurnartekin við, hvussu væl Føroya Banki er rikin, og hví virksemið ikki er vaksið líka skjótt, sum í Eik, fekk Janus Petersen, forstjóra, at reisa seg upp og mótmæla hesi niðurstøðuni.
Janus Petersen vísti á, hvussu nógv bankin hevur vunnið til landskassan ígjøgnum árini, og hvat samlaða vinningurin kann koma uppá, tá bankin er seldur.
Roknistykkið sær nøkunlunda soleiðis út:
Í 2004 hevði bankin vunnið innaftur tær 2,7 mia. krónurnar í vinningsbýti, skatti og eginpeningi, sum landið setti í Føroya Banka og Sjóvinnubankan undir kreppuni. Og í 2006 vóru somu inntøkur komnar upp á tríggjar mia. krónur.
Verður bankin til dømis seldur fyri tvær mia. krónur, og 1,2 mia. krónur verða drignar frá í eginpeningi, so hevur landið fingið 800 mió. krónur afturat teimum trimum milliardunum.
Hetta merkir, at Føroya Banki sostatt hevur vunnið landskassanum tilsamans 3,8 mia. krónur, og tað heldur Janus Petersen ikki óvæntað vera eitt gott úrslit.
Søluupphædd ókend
Enn er ongin sum alment vil siga, hvat roknast kann við, at Føroya Banki fer fyri. Og helst er tað ongin, sum veit tað nágreiniliga, tí kursurin verður ikki ásettur fyrr enn beint undan skrásetingini á virðisbrævamarknaðinum. Hesin dagur er heldur ikki almannkunngjørdur enn; bert at ætlanin er at fremja einskiljingina í hesum ársfjórðingi. Síðani er ivi sáddur um, hvørt tað er rætt at brúka fyrrnevnda søluhátt, ella selja til ein sokallaðam strategiska ella industriellan keypara. Og í øðrum lagi at útseta eiskiljingina í nøkur ár.
Báðar hesar loysir eru skotnar niður av bankaserfrøðinginnum, sum óbrúkiligar. Í fyrra førinum vildi hetta givið eitt sindur betri prís fyri bankan – tó ikki nær námind eini milliard krónum – sum hevur verið nevnt í føroyska kjakinum, men sambært Bjarne Jensen hevði hendan loysnin verið til óbótaliga skaða fyri føroyska samfelagið. Ein slíkur keypari vildi als ikki tikið atlit fyri nøkrum øðrum enn egnum vinningi. Úrslitið hevði verið hópuppsøgnir av starvsfólkum, avtøka av flestu deildum og flyting av øllum serkunnleika uttanlands, sum ongantíð høvdu komið aftur.
Í øðrum føri vildi ein útseting av søluni skatt álitið á Føroyar so mikið álvarsliga, at nógvir íleggjarar ivaleyst høvdu aftrað seg við at sett pening í bankan, heldur Bjarne Jensen. Úrslitið kundi verðið ein uppaftur lægri prísur tá. Eisini hava kursirnir á bankapartabrøvum ferð aftan á ferð set met seinnu árini, og tað kann ikki forðast fyri, at hendan gongdin fer at venda, og kursirnir fella aftur, vísir Bjarni Jensen á.