Í mong ár hava kinesisk sjúkrahús forvunnið væl av peningi burtur úr at selja gøgn av avrættaðum fangum, men nú hevur stjórnin í Beijing sett forboð fyri slíkum handli, skrivar AP.
Sambært heimsheilsustovninum WHO eru tað serliga útlendingar, sum keypa ymisk gøgn frá teimum kinesisku sjúkrahúsunum, men sambært WHO verða fangarnir ikki spurdir, um teir vilja lata lata øðrum gøgnini.
Eingin veit við vissu, hvussu nógvir fangar verða avrættaðir í Kina um árið, men mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at talið er onkunstaðni ímillum 5.000 og 12.000. Tað er nógv meiri enn í nøkrum øðrum landi, og áhaldandi atfinningar hava nú fingið myndugleikarnar at mæla dómstólunum til at avmarka deyðadómarnar, skrivar AP úr Beijing.