Bannandi brodering fekk øði í fjøldina

– Eg haldi, tað er fínt, at summi ikki vilja hava sovorðið hangandi heima hjá sær, sigur Barbara Krossteig, ið broderar illbønir, í samrøðu við Sosialin.

Barbara Krossteig (Mynd: Álvur Haraldsen)

»Óndskapurin er ikki at spæla við« og »Eg hevði ikki viljað havt hatta á vegginum«.

 

Hetta eru bara tvey dømi um tær fleiri enn 400 viðmerkingarnar, sum blivu settar til eina vøru, ið havnarkvinnan Barbara Krossteig setti til sølu á bólkinum Rótikassanum 24/7 tíðliga í januar.

 

Talan er um eina brodering av litríkum blómum, sum kransa um tekstin »For fanin«.

 

Í nýggjasta Sosialinum hitta vit Barbaru Krossteig fyri at hoyra nærri um hetta.

 

– Eg veit, at tað er fínt hondverk, onki fantastisk, men bara fínt. Og eg haldi, tað er fínt, at summi ikki vilja hava sovorðið hangandi heima hjá sær. Men tað generaði meg, at fólk skrivaðu so nógvar óviðkomandi viðmerkingar til eitt søluuppslag, sigur hon millum annað.

 

– Eg hugsi bara, um ein kanska 16 ára gomul genta ella drongur hevði funnið upp á at gjørt hetta og sett tað til sølu, so hevði eg fingið sera ilt í hjartað, um vaksin fólk høvdu tosað við tey, soleiðis sum tey hava við meg.

 

Samstundis sum nógv hava funnist at broderingini, so eru tað eisini tey, ið halda hetta vera ordiliga stuttligt og originalt.

 

– Eg fekk einar 15 umbønir, tann dagin eg legði tað upp, og síðani eru nøkur aftrat trillað inn í boðklivan. Tað, sum er ordiliga stuttligt, er, at tað er nógv flest mannfólk, sum ynskja sær brodering, sigur Barbara Krossteig við Sosialin.

 

##med2##

 

Les longri samrøðu í nýggjasta Sosialinum, sum er komin út hetta vikuskifti.

 

Barbara Krossteig (Mynd: Álvur Haraldsen)