Flóðalduávaringin, sum amerikanski jarðfrøðistovnurin sendi út í morgun eftir ein jarðskjálvta undir havbotninum við Alaska, er nú tikin aftur. Sagt verður, at talan var bara um eina heilt lítla flóðaldu.
Samstundis siga jarðfrøðingarnir, at jarðskjálvtin var ikki 7,7 á Richterstiganum, sum teir søgdu upprunaliga, men 7,5.
Miðdepilin í skjálvtanum var 10 kilometrar undir havbotninum góðar 50 fjórðingar vestur úr býnum Craig. Í høvuðsstaðnum í Alaska, Juneau, sum er 330 kilometrar frá miðdeplinum, merktu fólk ristingarnar av skjálvtanum, og týska tíðindastovan DPA sigur, at tað gjørdu fólk í býnum Seattle eisini. Teinurin hagar er umleið 600 kilometrar.