Bara ein kann stilla upp ímóti Jørgen

Tá Fólkaflokkurin skal velja formann, so kunnu bara tvey fólk stilla upp

 

 

Tað sigur lógin fyri Landsfelag Fólkafloksins. Tí har stendur, at bara løgtings- og landsstýrisfólk kunnu seta fram uppskot til formann. Og fyri at koma við uppskoti, so skal viðkomandi hava í minsta lagi ein triðing av ting- og landsstýrisfólkum floksins sum stillarar. Eisini stendur, at sami stillari bert kann vera stillari hjá einum valevni. Men tann sum stillar upp, kann vera stillari hjá sær sjálvum.

Fólkaflokkurin hevur átta løgtingsfólk og trý landsstýrisfólk. Tilsamans 11. Í minsta lagi ein triðingur av teimum eru fýra. Tað vil siga, at bara tvey fólk kunnu stillast upp, tí um tvey uppskot hava fýra stillarar, so eru bara trý fólk eftir, sum kunnu vera stillarar.

Hevði Fólkaflokkurin valt landsstýrisfólkini, áðrenn landsstýrið var fullmannað aftur, so kundu tey havt trý uppskot við trimum stillarum í part.

Soleiðis kann staðfestast, at um Jørgen Niclasen stillar uppaftur sum formaður í Fólkaflokkinum, so fær hann í mesta lagi eitt mótvalevni.

Sambært lógunum skal floksformaður veljast á hvørjum ári í seinasta lagi til landsfundin. Og landsfundurin fyri 2021 hevur ikki verið enn, tí hann var útsettur vegna koronustøðuna.