Bara koppsett fólk sleppa nú til USA

USA herðir nú krøv um koronukanning fyri at sleppa til landið. Ferðandi til USA skulu frá hesi løtu verða liðugt koppset og hava eitt negativt kanningarúslit, sum ikki er eldri enn ein dag, fyri at sleppa inn í landið.

 Nú er krav um koppseting og negativa koronuroynd fyri at sleppa til USA  - Foto: Shannon Stapleton/Reuters

Klokkan 05:01 í morgun okkara tíð herdi USA kanningarkrørv fyri komu til landið.

Tað merkir, at øll altjóða ferðandi innan komu skulu hava prógv fyri, at tey eru liðugt koppsett og hava prógv fyri eini negativari koronukanning, sum er í mesta lagi ein dag gomul, áðrenn ferðin byrjar.

Tað merkir eitt nú, at fólk sum Jenis av Rana, uttanríkisráðharri í Føroyum, og onnur, ið eru ímóti koppseting, ikki sleppa til USA.

Danska uttanríkisráðið skrivar, at børn, sum eru undir tvey ára gomul, sleppa undan kravinum um kanning.

Bæði snarkanning, har tú verður potaður í nøsini og PCR-kanning, har tú verður potaður í hálsin, geva atgongd til USA.

Á heimasíðuni hjá amerikanska fyribyrgingarstovninum CDC sæst eisini, at tú kanst vísa eitt prógv fyri, at tú ert staðfestur positivur við covid-19 og staðfestur frískur aftur innan fyri seinastu 90 dagarnar í staðin fyri eina kanning.

Prógv upp á koppseting og negativ kanning ella fyrrverandi smitta við koronuvirus skal vísast starvsfólki í flogfarinum, áðrenn farið verður umborð á flogfarið.

Tá tú fert umborð á eitt flogfar til USA skalt tú harumframt lata eina undirskrivaða fráboðan.

Har skrivar tú millum annað undir uppá, at tú vilt lata teg kanna innan fyri tríggjar til fimm dagar, og at tú fert í sjálvboðið sóttarhald í sjey dagar, líka mikið um kanning er positiv ella negativ, um ikki tú hevur skjalprógv uppá, at tú hevur verið smittaður við covid-19 og ert vorðin frískur aftur innan seinastu 90 dagarnar.

Áður var nóg mikið at hava eina negativa kanning, sum varð tikin seinastu tríggjar dagarnar fyri fráferð.

Í USA er forboð fyri fólk at sleppa inn í landið, sum ikki eru koppsett. Tað er tó einstøk undantøk.

Børn undir 18 ár, amerikanskir ríkisborgarar og persónar við uppihaldsloyvi í USA eru undantikin koppsetingarkrøvunum.

Fyri liðugt koppsett kann koronupassið brúkast sum prógv fyri koppseting. Danska uttanríkisráðið mælir til, at hava við sær eina útskrift av koronupassinum.

Síðst í november hækkaði CDC váðametingina í mun til koronuvirus fyri Danamrk til »støði 4: sera høgt«.

Tað merkir, at mælt verður amerikanskum ríkisborgarum frá at ferðast til Danmarkar vegna koronusmittuna í landinum.

Fara amerikanarar kortini til Danmarkar, skulu teir syrgja fyri, at teir eru liðugt koppsettir.

/ritzau/

 

 

 

 Nú er krav um koppseting og negativa koronuroynd fyri at sleppa til USA  - Foto: Shannon Stapleton/Reuters