Bara njóta tað og slappa av

Tíð er ein mangulvøra hjá flestu okkara í dag. Í stremban okkara eftir tí vit halda er tann optimala lukkan, við succes í arbeiðinum, á heimafrontinum og í sosialari samveru við onnur, er tað ikki pláss fyri bara at njóta tað og slappa av

Dagliga síggja vit reklamur, sum vísa okkum vegin til lukku. Ofta er tað okkurt, ið vit áttu at fingið okkum, men sum vit hóast alt ikki hava tørv á. Tað kann vera so mangt, sum t.d. nýggjan bil, nýggjar møbar ella okkurt nýtt tekniskt tól, sum kann lætta um í gerandisdegnum.

Vit seta sera stór krøv til tilveruna og skulu klára tað heila, fáa góða útbúgving, gott starv, røkja familju og vinir og ikki minst okkum sjálvi og okkara egnu vælveru.

Men nútímans sálarfrøðilig gransking staðfestir, at tað eru ikki pengar ella lutir, ið gera okkum lukkulig. Ein stuttur samandráttur av nýggjari gransking vísir m.a., at í samband við lukku og at vera nøgdur, at t.d. útbúgving, og intelligens gera ongan mun, økonomiska støðan ger lítlan mun, tey ríku eru ikki meira lukkulig enn tey við minni pengum. Eisini vísir granskingin, at hvørki av kynunum eru meira lukkulig enn annað.

Tað er staðfest, at tey ymisku signalevnini í heilanum eru tengd at upplivingini av positivum og negativum kenslum. Serliga signalevnið dopamin, sær út til at vera av stórum týdningi fyri upplivingina av lukku. Við nútímans heilaskanningartøknini, FMRI (Functional Magnetic Resonance Imaging), vísa granskarar á, at positivar kenslur m.a. aktivera vinstra part av heilanum, meðan negativar kenslur í størri mun aktivera høgra part av heilanum.

Tey flestu kenna ivaleyst til, at eftir ein sera góða uppliving, fáa vit eina ovurhonds sterka kenslu, sum tekur yvirhond frá tíð til aðra - men hví varar henda kenslan so stutt? Tað er ivaleyst meiningin, at hendan sterka kenslan av lukku skal vara so stutt, hon er slag av virðisløn, vit fáa sum eitt innvortis "rush" av positivum signaevnum, sum samstundis tvingar okkum víðari í lívinum.


Tíð er ein mangulvøra

Tíð er ein mangulvøra hjá flestu okkara í dag. Í stremban okkara eftir tí vit halda er tann optimala lukkan, við succes í arbeiðinum, á heimafrontinum og í sosialari samveru við onnur, er tað ikki pláss fyri bara at njóta tað og "slappa av". Vit verða díkt undir við dreymum um alt tað vit skuldu átt, skuldu gjørt ella uppliva.

Vit hava ov lítið av tíð og í nógvum førum ov stórar vónir. Lukka handlar í stóran mun um, hvussu vita taka tað, og hvussu vit hava tað, siga tey, ið granska í lukku og vælveru.

Evnini til at síggja ljóst upp á tilveruna, eru í ein vissan mun arvafrøðilig (genetisk). Nøkur okkara síggja út til at vera fødd við teimum eginleikum at síggja tær positivu síðurnar av lívinum, meðan onnur eru meira svartskygd. Men hendingar í lívinum og umhvørvið vit liva í, hevur eisini stóran týdning, eru flestu granskarar samdir um.

Lukkan snýr seg í ein vissan mun um, hvussu vit síggja upp á fortíðina og framtíðina. Felags fyri tey flestu okkara er, at vit hava tey evni at hava eina positiva mynd av fortíðini og vit vænta og vóna tað besta í framtíðini. Tey sum eru glað og vælnøgd hava ofta góðar vónir til framtíðina.

Nógv týður upp á, at fólk ið eru lukkulig og nøgd við tilveruna, eru munandi minni sjúk enn tey sum eru dapurskygd. Eisini vísa kanningar, at optimistisk livsáskoðan kann t.d. fyribyrgja høgum blóðtrysti, diabetes og øðrum sjúkum. Ein frágreiðing er, at positivar kenslur kunnu gera at hormonið "cortisol", eitt hormon sum m.a. kann niður bróta immunverjuna, sjáldan kemur fyri hjá lukkuligum og væl nøgdum fólki.

Fyri at finna lukkuna snýr tað seg fyrst og fremst um at finna sín egna formil fyri lukku. Ein og hvør kann finna sín egna veg til lukku her í lívinum, men nýggj gransking vísir m.a. at samvera við familju og vinir hevur stóran týdning. Eisini hevur tað stóran týdning at seta sær nakað fyri og at megna at loysa lívsins truplu umstøðirnar og at seta prís upp á tað positiva í lívinum. Tað andaliga hevur eisini týdning í hesum samanhangi, at vita hvaðani vit koma, og hvagar vit fara.


(í kassa)
Ráð um lukku og nøgdsemi

Set prís upp á tað góða í tilveruni. Skriva niður tað sum tú ert takksamur fyri

Brúka tíð upp á familju og vinir

Legg eina ætlan fyri at takla stress og aðrar trupulleikar

Ver hjálpsamur og vinarligur

Legg til merkis lívsins smáu gyltu løturnar

Set tær smá mál í gerandisdegnum

Brenn fyri onkrum tú kanst seta í verk

Lær at fyrigeva, eisini fyri tína egnu skyld

Fá meining í tilveruna við t.d. at finna út av hvør tú ert, og hvagar tú ert á veg

Syrg fyri at fáa nokk av svøvni og kropsligum aktiviteti

Minst til at tætt samspæl er millum kropsliga og sálarliga heilsu


Kelda: Sunnhetsbladet