Bara Wolves atkvøddi fyri at avtaka VAR í Premier League

VAR verður framvegis partur av dømingini í Premier League tey komandi árini

Fyri stuttum legði Wolves uppskot fram um at avskaffa VAR í samband við døming í Premier League.

 

Í dag hava tey 20 Premier League liðini atkvøtt um tey skulu varðveita ella avtaka VAR.

 

Tað margháttliga var, at bert Wolves atkvøddi fyri uppskotinum. Øll hini 19 Premier League feløgini atkvøddu ímóti. Tað skriva bretskir ítróttarmiðlar. 

 

Um VAR skuldi verið avtikið í Premier League hevði tað kravt, at 14 av 20 feløgum høvdu atkvøtt fyri at avtaka VAR.

 

Sostatt verður VAR partur av Premier League tey komandi árini, og fer framvegis at elva til nógv kjak, eisini millum føroyskar fjepparar hjá liðum í Premier League.