Barcelona tryggjar sær EM-stjørnu

EM 2020: FC Barcelona hevur í kvøld kunngjørt ein nýggjan spælara

FC Barcelona hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við hollendsku EM-stjørnuna, Memphis Depay. Fyrrverandi Manchester United spælarin hevur seinastu árini spælt við Lyon í fronskum fótbólti.

 

Memphis Depay er álopsessið hjá Hollandi, sum hevur vunnið báðar sínar fyrstu dystir til EM-endaspælið og hevur vunnið seg víðari. Hann hevur leingi verið settur í samband við FC Barcelona, sum ikki skal gjalda nakað fyri áleyparan, hvørs sáttmálið er útgingin.

 

FC Barcelona hevur longu tryggjað sær Eric Garcia og Sergio Aguero frá Manchester City. Báðir eru uttan sáttmála. FC Barcelona ætlaði sær eisini Georginio Wijnaldum frá Liverpool, men hann valdi í evstu løtu eina hægri løn frá Paris Saint Germain.