Uttan at hava nøkur hagtøl, sum prógva tað, so havi eg varhugan av, at tað gongur skeiva vegin við trivnaði hjá børnum – og serliga hjá skúlabørnum. Alsamt fleiri børnum tørvar stuðul og serundirvísing, í summum førum eisini sálarliga hjálp, nógv børn og ung líða av strongd o.s.fr. Tað er eyðsýnt, at fólkaskúlin í dag ikki hevur nøktandi orku til at hjálpa børnum og ungum við slíkum trupulleikum. Tað merkja vit, sum eru foreldur at skúlabørnum, og vit fáa tað eisini javnan váttað gjøgnum yvirskriftir í fjølmiðlunum. Men hví trívast børn ikki nóg væl, og hvør hevur ábyrgdina ?
Í fyrstu atløgu fáa politikarnir ábyrgdina. Í øllum førum, so varða teir av tí manglandi fíggjarligu raðfestingini av skúlunum, sum inniber, at ein stórur partur av skúlabygningunum eru niðurslitnir, nútíðarhósakandi útgerð og undirvísingartilfar verður ikki raðfest nóg høgt, manglandi orka og vilji ger, at lærarahópurin ikki verða eftirútbúgvin o.s.fr. Síðan kundi man lastað lærarirnar, og givið teimum ábyrgdina fyri manglandi trivnað og kunnleika hjá børnunum, brigsla skúlaleiðsluna fyri manglandi organisering, og fyri ikki at leiða og inspirera lærarahópin nóg væl. Tað er sjálvsagt, at allir partar bera ein part av ábyrgdini, og eiga at seta sær sjálvkritisku brillurnar á nøsina. Men hvat við teimum nokk so týdningarmiklu pørtunum í øllum problematikkinum – foreldrini og børnini! Kanska kundu tey trongt til at komi undir kritiska luppin. Tað er órímiligt at brigsla børnunum hesa gongdina. Tað mugu heldur vera vit vaksnu luttakarnir í hesum samfelagnum, sum mugu bera ábyrgdina.
Í okkara ídni eftir at finna tann skylduga, hava vit næstan gloymt ein annan sera týðandi faktor – nevniliga samfelagsgongdina sum heild. Tá man hoyrur foreldur, serliga tey sum eru í 30´unum og eldri, tosa um teirra barndóm, so spældu tey sum oftast úti allan dagin í størri ella minni flokkum, har sosiala uppalingin hoyrdi til “på godt og ondt”. Tey spældu nógv í mølini, sum var nógv lættari atkomuligt enn nú, eisini spældu tey í bønum og haganum, sum heldur ikki var so innhegnaður sum hann er nú. Sodavatn og slikk var ikki gerandiskostur, og fast food var eitt ókent fyribrigdi. Sjónvarpið var júst komið til landið, við bara einari kanal, og sendingarnar fóru fram í einum heilt øðrum tempo enn tað, vit kenna í dag. Teldan var slett ikki til!!!
Hvussu eru so umstøðurnar hjá børnunum í dag, samanborið við foreldraættarliðið. Børnini eru ikki so nógv úti og fáa tískil minni fríska luft og rørslu. Tey drekka eina rúgvu av sodavatni og søtari saft, eta slikk, chips og fast food. Kroppsliga spælið verður tíðum útskift við telduspæl, playstation og sjónvarp. Samansetingin av ov lítlum kropsligum aktiviteti frammanfyri einum skermi, og ov stórari inntøku av sukri og feitti, er sera niðurbrótandi – tað vita vit øll. Kroppsligt spæl, frísk luft og rørsla hevur ovurstóran týdning fyri kroppsligu og sálarligu heilsuna og vælveruna hjá einum barni. Børn í dag drekka og eta alt ov nógv sukur og feitt – væl at merkja tað ósunna feittið. Vit síggja fylgjurnar av hesum m.a. í alarmerandu hagtølunum fyri gamlamannasukursjúku og yvirvekt, sum er ein trupulleiki hjá bæði børnum, ungum og vaksnum. Børn, sum hava ov nógv sukur í blóðinum verða uppgearaði, ómøgulig, irriterandi, ókoncentreraði og aggressiv. Við at eygleiða børn, eitt nú í einum føðingardegi, sæst týðuliga, hvussu tey kunnu leikað í, aftaná at hava fylt seg við bæði sodavatni, køkum og slikki.
Hesar umstøður hava í stóran mun nakað við samfelagsgongdina at gera. Við gongdina í øllum heiminum at gera. Trupulleikarnir eru nøkulunda teir somu í Korea og Saudiarabia sum í Føroyum. Har foreldrini í Føroyum áður bara kundu gloppað dyrnar og sleppa børnum út at spæla, og síðan gekk alt av sær sjálvum, so mugu foreldrini í dag berjast móti hesum globalu samfelagsbroytingum. Og gera vit ikki tað, verða børnini hjá okkum illa stødd.
Nøkur foreldur síggja ikki trupulleikarnar og gerast kanska eisini ill, tá tey verða kritiserað. Onnur hava kanska varhugan av, at tað ikki er heilt, sum tað átti, men hava bara ikki orku til at standa ímóti. Vi kenna tað øll, tað krevur næstan alla okkara orku bara at fáa alt at hanga saman, gerandisdagin, økonomiin o.s.fr.
Ítróttartilboðini eru nógv betri í dag enn nakrantíð áður, og vit kunnu so freistast til at halda, at ítróttarfeløgini í dag geva børnunum tað rørslu, sum tey áður fingu á ein natúrligan hátt. Og tað passar eisini, at tað er soleiðis hjá nógvum børnum. Vanligt er, at tey venja einar 3- 4 ferðir um vikuna, og hetta kann jú bara vera gott, tá tey ikki røra seg á annan hátt, ella? Jú, tá hetta er einasti møguleiki fyri nóg nógvum kroppsligum aktiviteti, so er tað satt, men eg haldi samstundis, at hetta er ein visiónsleysur og defensivur sannleiki. Uttan ítróttin vóru vit illa stødd, og eg taki eisini hattin av fyri øllum teimum, sum brúka nógva orku og frítíð til at fáa ítróttarlivið at virka. Hinvegin, so kann ítróttur ikki setast ístaðin fyri kroppsligt spæl, og um ein venjing nú hóast alt endar við eini cola og einum posa av chips, so er nógv av tí, ein hevur vunnið, mist á gólvið aftur. Harnæst haldi eg, at tað verður fokuserað heldur einsporað á ítróttina, sum tilboð til børn og ung. Tað eru als ikki øll børn, sum hava hug til ítrótt, so onnur tilboð áttu at havt sama prioritet. Og eitt, sum er heldur óheppið við ítróttarfeløgunum í dag – og kanska eisini við foreldrunum – er, at tey tykjast alt ov ambitiøs vegna børnini. Viðmerkjast skal, at undirritaði hevur verið íðin fótbóltsleikari, men ikki á eliteniveau, og havi havt stóra gleði av fótbóltinum sum barn og ungur. Men eg haldi, at vit flentu og tvætlaðu meira á vøllinum, enn tey gera í dag. Og tey flestu av foreldrunum hildu seg burtur, tá vit leiktu, og vit saknaðu tey ikki.
Sum nevnt, so ávirkar henda vandamikla blandingin – skeivur kostur og alt ov nógvir tímar sitandi frammanfyri einum skermi, har ein verður bombarderaður við meira ella minni innihaldstómum tilfari – okkara børn negativt. Ikki bara heilsuna, men eisini sinnalagið. Nógv børn, sum umframt ikki at kunna koncentrera seg, og harvið fáa innlæringstrupulleikar, vísa sløvheit, aggressión, meiri ella minni manglandi respekt fyri foreldrunum, skúla og lærarum. Tað er ikki lætt hjá lærarum, hvørki fakligt ella kensluliga, at arbeiða við næmingum við slíkari atferð.
Vit skulu ansað eftir ikki at dæmonisera okkara børn og ungu. Ikki allatíðina konfrontera tey negativt, men eisini positivt, so tey fáa stóra sjálvsvirðing. Tað er galdandi bæði fyri foreldur, lærarir og ítróttarleiðarar, og tað gera vit ikki nóg gott sum er. Sum foreldur kunnu vit ikki broyta heimin rundanum okkum, men vit hava skyldu til at vísa okkara autoritet sum foreldur, og harvið syrgja fyri, at børnini fáa ein sunnan kost og avmarkaðar mongdir av sukri og fast food. Og vit mugu rationera tíðina hjá teimum frammanfyri skermarnar. Vit mugu syrgja fyri, at tey røra seg meira, gerast meira kroppsligt aktiv, og vit mugu ikki geva eftir, tí vit hava ringa samvitsku, ei heldur keypa okkum frá ringari samvitsku. Vit mugu inspirera tey til at lesa eina bók av og á. Vit mugu læra tey at handfara umhvørvið við stórstu virðing. Vit mugu fara ein túr til Froðbiar at fiska við teimum av og á ella ein túr til Vatnsdalar við telti. Sum vaksin mugu vit vera góðar fyrimyndir, og tað gera vit á besta hátt, sum menniskju við opnari demokratiskari atferð, ikki slatra ov nógv og tosa ilt um onnur, ikki vera ov materialistisk og harvið læra børnini, at ting sum skína og pengar, kunnu metast við menniskjasligan hita. Og vit skulu læra børnini, at onki er so álvarsligt, at tað ikki kann skemtast við – heldur ikki ítróttur ella pisakanningar.
Men fyrst av øllum mugu vit elska og virða okkara børn sum tey eru, og lata tey vita, at tey eru deiligastu skapningar á jørð.
Trupulleikarnir eru nøkulunda teir somu í Korea og Saudiarabia sum í Føroyum. Har foreldrini í Føroyum áður bara kundu gloppað dyrnar og sleppa børnum út at spæla, og síðan gekk alt av sær sjálvum, so mugu foreldrini í dag berjast móti globalum samfelagsbroytingum
Sum foreldur kunnu vit ikki broyta heimin rundanum okkum, men vit hava skyldu til at vísa okkara autoritet sum foreldur, og harvið syrgja fyri, at børnini fáa ein sunnan kost og avmarkaðar mongdir av sukri og fast food. Og vit mugu rationera tíðina hjá teimum frammanfyri skermarnar
Eitt, sum er heldur óheppið við ítróttarfeløgunum í dag – og kanska eisini við foreldrunum – er, at tey tykjast alt ov ambitiøs vegna børnini. Eg haldi, at vit flentu og tvætlaðu meira á vøllinum, enn tey gera í dag. Og foreldur hildu seg burtur, tá vit leiktu, og vit saknaðu tey ikki.