Barnaansingin fer kanska at hava opið um kvøldið

– Vit gera alt fyri at fáa fólk at flyta til okkara kommunu – og at trívast her, sigur borgarstjórin

Vit royna altíð at veita okkara borgarum eina so góða tænastu, sum gjørligt. Tað staðfestur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

 

Og ein partur av at veita eina góða tænast, er, at, nú fara tey í kommunustýrinum í Sunda Kommunu, at kanna møguleikan fyri at hava barnansingina opna út á kvøldið fyri at nøkta tørvin hjá teimum, sum arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

 

Tað eru rættiliga nógv fólk, sum arbeiða í skiftisvaktum og Heðin Zachariasen ivast ikki í, at onkur hevði havt brúk fyri at ansingarstovnurin var opin út á kvøldið.

 

Her hugsar hann um tey, sum arbeiða í skiftisvakt og kanska fáa frí klokkan 11 og hevði ansingastovnurin kunna verið opin til á midnátt, er væl trúligt, at fólk høvdu brúkt tann møguleikan, sigur hann.

 

Heðin Zachariasen sigur, at tí fara tey nú at kanna, hvussu stórur tørvurin í roynd og veru er at hava dagstovnin opnan til seint um kvøldið. Og næsta stigið er so at kanna, hvat hetta hevði kostað.

 

Heðin Zachariasen sigur, at ikki fyrrenn tá er málið búgvið til at taka støðu til. Tað eru tríggir barnaansingarstovnur í kommununi, og verður tað veruleiki, at barnaansingin verður opin út á kvøldið, verður tað ein barnagarður, sum verður opin ikki allir tríggir.

 

Hann sigur, at tað er ein skipan, tey eru von við, tí barnaansingin í Sunda Kommunu er ongantíð stongd um summari við tað, at tað altíð er ein av teimum, sum er opin um summarið.Tað er eitt tørn, teir tríggir stovnarnir skiftast um at hava triðjahvørt ár.