Barnadreymurin var at gerast prestur

- Eg royndi at muta eitt sindur ímóti mær sjálvum, tí eg helt, at eg kanska var í so avgjørdur um, at eg skuldi gerast prestur, sigur Hanus Pál Jógvansson.

 

- Tað var ein fantastiska stór løta at gerast prestvígdur – ein løta, eg ikki ordiliga dugi at seta orð á. Eg fór úr Nólsoy um morgunin, og tá eg kom út aftur um kvøldð, var eg prestvígdur. Hetta átti ikki at komið óvart á meg, nú eg hevði lisið í so nógv ár, men kortini kendist tað eitt sindur óveruligt.

 

Tað sigur nólsoyingurin, Hanus Pál Jógvansson, sum nú er virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi fram til endan av juli – ella frá 1. mai til hin 31. juli í ár. Hann varð prestvígdur í dómkirkjuni í Havn hin 24. apríl og skipaður í kallið undir gudstænastu í Vesturkirkjuni hin 1. mai. 

 

Nýggjasti presturin í Føroyum er føddur hin 21. november í 1992. Foreldrini eru Joan Sørinardóttir, sum hevur røtur í Havn og nólsoyingurin, Jógvan Thomsen. Jógvan var seinasti borgarstjóri í gomlu Nólsoyar kommunu undan samanleggingini við Tórshavnar kommunu.

 

Tá Hanus Pál var 5-6 ára gamal, fluttu foreldrini í 1998 út til Nólsoyar at búgva, og tað var her, hann hevði sín uppvøkstur. Familjan býr framvegis í Nólsoy, og tað ger prestur eisini. 

Sjálvur minnist hann lítið til tíðina í Havn, men sigur seg minnast onkra løtu og onkur starvsfólk í dagstovninum, har hann gekk sum lítil smádrongur. Hann hevði ein góðan uppvøkstur í Nólsoy. Her var gott at búgva, og her var gott at veksa upp, bæði sum smádrongur, ungur og tilkomin.

 

Árini, meðan Hanus Pál gekk í skúla í Nólsoy, vóru tað serliga lærarahjúnini, Gunnvør og Hilmar Joensen, sum myndaðu skúlan í bygdini. Hetta var ein góður skúli, og hann minnist við gleði og takksemi aftur á hesa tíðina. Í Nólsoyar skúla gekk hann øll árini úr 1. flokki til og við 9. flokk, og síðan tók hann 10. flokk í Eysturskúlanum í Havn.

 

Eftir fólkaskúlan gjørdist Hanus Pál Jógvansson málsligur studentur í Hoydølum. Tað var eitt sindur serstakt við flokkinum í Hoydølum, tí hann var einsamallur drongur bæði tey fyrstu árini, og tað var ikki fyrr enn í 3.G, at ein drongur kom í flokkin aftrat.

 

Dreymurin at lesa gudfrøði og gerast prestur birtist tíðliga hjá unga nólsoyinginum. Hann hevur altíð kent seg væl í kirkjuni, og í uppvøkstrinum gekk hann nógv í kirkju saman við foreldrum sínum. Tá pápin spældi á urgu í Vesturkirkjuni, sum hann hevur gjørt í mong ár, var hann í kirkju við mammu síni. Kirkjan var hansara trúarliga heim.

 

Hanus Pál sigur, at hann var heilt ungur, tá hann fór at droyma um at gerast prestur. 

- Í fyrsta lagi eri eg trúgvandi, og tað er nakað við kristindóminum, sum hugtekur meg. Tað var longu, meðan eg sum smádrongur gekk í kirkju, at eg fekk hug at gerast ein størri partur av hesum felagsskapi og trúarlívi, og eg varð væl stuðlaður av mínum foreldrum í tí vali, eg gjørdi mær.

 

Sjálvur royndi Hanus Pál at muta eitt sindur ímóti sær sjálvum, tí hann helt, at hann kanska var í so avgjørdur um at gerast prestur. Tískil setti hann sær eisini spurningin, um hetta nú var tað rætta kortini. Hann royndi at hugsa um ymiskt annað, sum eitt nú samfelagsfrøði, men hann datt altíð aftur á gudfrøðina.

 

Tá unglingin í Nólsoy í sínari tíð gekk í 10. flokki og slapp í starvsvenjing hjá Sverra Steinhólm, sum í fleiri hevur verið sjúkrahús-og fongsulsprestur og eisini er virkin fyri Bláa Kross, varð endaliga avgerðin hjá Hanusi Pál tikin.

 

- Tað var sera áhugavert at sleppa at fylgja prestinum á ymisku støðunum, har hann kom. Eg slapp ikki inn við í fongslinum, men sat og bíðaði hjá vaktunum. Hinvegin slapp eg ofta eftir avtalu við avvarðandi inn við á sjúkrahúsinum og sama, tá vitjað varð hjá Bláa Krossi. 

 

Her upplivdi Hanus Pál, hvussu væl fyri fakliga og menniskjansliga Sverri Steinhólm er, og hvat liggur í einum slíkum krevjandi starvi.

 

- Hesar 10 dagarnar í starvsvenjing lærdi eg nógv, og eg sá, hvussu prestur av fullum huga legði seg eftir at gera sítt ítarta í sínum yrki. Hann var ógvuliga gevandi, men kundi eisini finna upp á at bjóða onkrum eitt sindur av á ein góðan og uppbyggjandi hátt.

Hanus Pál sigur, at eftir starvsvenjingina í 10. flokki, var hann rættiliga sannførdur um at lesa gudfrøði. Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er ein størri samrøða við Hanus Pál Jógvansson, og blaðið fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.