Tað kann snøgt sagt ikki vera meiningin.
Barnafamiljurnar eru tilfeingi, sum bera føroyska samfelagið framá, og tí kunnu vit ikki bara halda fram við at lata standa til á hesum øki. Gera vit tað, missa vit barnafamiljurnar av landinum og tá hvørvur málið um fólkavøkstur í Føroyum sum døgg fyri sól.
Stendur tað til Framsókn fáa barnafamiljurnar ein fíggjarligan bata við einum progressivum barnakekki. Hetta verður gjørt við at uppraðfesta partin hjá landinum, meðan kommunurnar framvegis sleppa at skipa seg, sum tær vilja á hesum øki.
Barnakekkurin verður rindaður beinleiðis. Fyri fyrsta barnið skal kekkurin verða 700 krónur, annað barnið 875 krónur, triðja barnið gevur 1050 og fyri tað fjórða 1275 krónur. Fylgjandi børn fáa sama kekk sum tað fyrsta, 700 krónur.
Sum myndin vísir niðanfyri, so verður meira eftir hjá barnafamiljunum um mánaðin. Dømi er frá einari familju úr Tórshavnar kommunu:
Dømi Árliga Mðn. Land 5.500 460 Tórsh. Kommuna 5.500 460 Stig Tórsh. Kommuna Kekkur Tilsamans Meira fyri hvørt barn um mðn. Tils. meira um mánaðin 1. barnið 100% 460 700 1.160 240 240 2. barnið 125% 460 875 1.335 415 655 3. barnið 150% 460 1.050 1.575 655 1.310 4. barnið 175% 460 1.225 1.685 765 2.075 5. barnið 100% 460 700 1.160 240 2.315
Henda skipan er neyðug, um vit skulu geva okkum nakra vón um at hjálpa hart kroystu barnafamiljunum í landinum, og um málið um fólkavøkstur skal vera lív laga.
Progressivi barnakekkurin er ein innbygdur partur av skattapolitikkinum hjá Framsókn, sum óheft toymi hava viðgjørt í fleiri mánaðir. Framsókn er ein ábyrgdarfullur flokkur, og tískil er samlaði skattapolitikkurin, og harvið eisini barnakekkurin, fult fíggjað í skattapakkanum.
Vel Framsókn
Eg geri, sum eg sigi
og sigi, sum eg geri