Hóast oyggjaleikameistarin frá Jersey fyri tveimum árum síðani, Marina Donner av Álandi, er við barn, so er hon framvegis so mikið væl fyri, at eingin stendur henni mát í einmansleikinum í borðtennis.
Føroyska Henrietta Nielsen, sum fyrr í dag vann gull í tvímansleiki saman við Duritu Jensen, vann gamaní fyrsta sett, men so vísti Marina Donner sína styrki og vann næstu fýra settini greitt.
Álendska Marina Donner, sum eisini vann gull fyri tveimum árum síðani, vann altso 4-1 á Duritu. Settúrslitini í finaluni vóru 7-11, 11-3, 11-3, 11-5 og 11-4.