Í morgin, týsdagin, skipar Rit & Rák fyri einum barnatiltaki í SMS. Tiltakið er ókeypis og byrjar klokkan 13.30 og er mest fyri børn millum trý og níggju ár Rithøvundarnir Dánjal á Neystabø og Oddfríður Marner Rasmussen fara at lesa úr sínum egnu barnabókum. Dánjal lesur úr Drongurin, sum gloymdi hvussu man spælir, og Oddfríður lesur úr Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni.
Annika Árting, sum er í læru hjá Rit & Rák, skipar fyri tiltakinum í sambandi við, at hon skal skriva eina uppgávu, sum hon skal upp til próvtøku í. Tískil hevur Annika avrátt at varpa ljós á uppruna føroyskar barnabøkur.
Og ein starvsfelagi Anniku, Súsanna Árting, fer at lesa eina søgu.
Barnaskaldskapurin í Rit & Rák heldur fram alla vikuna
Í Rit & Rák er ein básur gjørdur til børnini. Í básinum eru teppi og pútur og tær føroysku barnabøkurnar. Soleiðis fara børnini inn í básin og kunnu seta seg at hyggja í bøkurnar.
Mong børn eru von at hoyra søgur, sigur Annika Árting, men tað eru eisini heim, har tað ikki er so vanligt at lesa fyri børnunum, og har kann áhugin verða vaktur, um børnini fyrst hoyra upplestur og síðani sjálv fáa sett seg í friði og náðum at hyggja at myndunum í bókunum.
- Tað er bæði mennandi fyri mál, minni og hugflog at lesa og hoyra søgur, sigur Annika Árting.