Danski dansibólkurin Åben Dans framførir barnasýningina ?Arme og Ben ? og noget ind imellem? í Norðurlandahúsinum 13. og 14. mai
Tveir menn við hvør sínum kroppi ferðast við undran, skemtilyndi og álvara inn í ein heim, har alt er í broyting. Eitt stað har røddin verður tónleikur og har armar og bein verða til alt møguligt, sum vit ikki hildu, at tey vóru.
Børn í aldrinum 9 ? 12 ár byrja at gerast flov um sítt egna likam. Føturnar verða stórir, armarnir langir og bróstini bølgna. Kanska líkist likamið tað hjá vinunum. Kanska ikki. Men tað veksur ? og hvat blívur tað til?
Kroppurin er fullur í spurningum og tabuum. Kroppurin er, í heila tikið, ið so merkiligur.
Okkurt er millum armar og bein: Hvat?
Talan er um leik, sum er ætlaður børnum í 9-12 ára aldri. Sýningin týsdagin verðu rklokkan 17.30. Hartil eru ókeypis skúlasýningar týsdagin kl. 12.30 og mikudagin klokkan 10.30 og 12.30.