Bátahugni verður í Klaksvík um vikuskiftið

Aftur í ár bjóðar Norðoya Bátafelag øllum siglarum til bátahugna í Klaksvík.

 

Tiltakið, sum Norðoya Bátafelag skipaði fyri í fjør, eydnaðist serstakliga væl. Veðrið var so fantastiska gott, og bátafólk vóru væl nøgd við umstøðurnar við bátabrúgvarnar í Klaksvík.

 

Í ár hevur bátafelagið í Norðoyggjum valt at hava tiltakið vikuskiftið komandi, 8.-10. juli, og í Klaksvík siga tey, at bátasiglarar fáa el og vatn við brúgvarnar, eins og borð við benkrum verða sett upp.

 

Í Norðoya Bátafelag siga tey, at tjald eisini verður sett upp á bryggjuni til felags brúk hjá siglarum, og góða lagið og hugnan skapa øll í felag, sum eru við í bátahugnanum.

 

Klaksvíkar kommuna vísir í dag á, at nú bátahugni verður við brúgvarnar um vikuskiftið, verður eingin gjøgnumkoyring við brúgvarnar niðan fyri FK-handilin, sí kortið niðanfyri.

 

##med2##