Bátaradio á FM1 frá klokkan 11.30 leygardagin

FM1 sendir beinleiðis í samband við Bátafestivalin á Toftum

Í morgin verður fyrsta Bátaradio-sendingin beinleiðis á FM1. 

 

Reportarar hjá FM1 vera Vilmund D. Jacobsen og Petur Asbjørn Lervig.

 

Vilmund fer umborð á ymiskum bátum at gera samrøður, bæði meðan siglt verður og tá bátarnir hava lagt at. Petur Asbjørn fer at gera samrøður á festivaløkinum á Toftum. 

 

Sent verður til langt út á seinnapartin.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo