Bátaradio á FM1: Harmonikutónar og samrøður gjørdar umborð á Edelweiss

(FM1) Umborð á Edelweiss borðreiddu Hans Pauli Larsen og Zacharias "Zaggi" Hansen við góðum harmonikutónum

Zaggi við harmonikuni umborð á Edelweiss (Mynd: Ian D. Jacobsen)

##med2##

 

Regatta er í Hósvík hetta vikuskiftið.

 

FM1 sendir sendingina Bátaradio í samband við Regatta, og Vilmund D. Jacobsen er eins og undanfarnu árini bátaradioreportari hjá FM1.

 

Vilmund D. Jacobsen var eisini umborð á bátinum Edelweiss. Umborð á Edelweiss fekk Vilmund eitt gott prát við hjúnini, Birnu og Hans Paula Larsen.

 

##med3##

 

Vilmund fekk eisini orðið á Zacharias "Zaggi" Hansen, ið saman við Hans Paula Larsen borðreiddi við lívgandi harmonikutónum. Zaggi og Hans Pauli spældu norsku harmonikutravarnar "Amanda fra Haugesund" og "Hvalfangervalsen" fyri lurtarunum hjá FM1.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar og góðu harmonikutónarnar.

 

Zaggi við harmonikuni umborð á Edelweiss (Mynd: Ian D. Jacobsen)

Bátaradio: Harmonikutónar og samrøður umborð á Edelweiss

Bátaradio: Harmonikutónar og samrøður umborð á Edelweiss

Birna og Hans Pauli Larsen umborð á Edelweiss (Mynd: Ian D. Jacobsen)