##med2##
Regatta er í Hósvík hetta vikuskiftið.
FM1 sendir sendingina Bátaradio í samband við Regatta, og Vilmund D. Jacobsen er eins og undanfarnu árini bátaradioreportari hjá FM1.
Fyrstu samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen gjørdi vóru umborð á Bellu, har hann fekk orðið á skiparan, Ian D. Jacobsen. Vilmund prátaði eisini við Andreas Reinert Zachau og onnur kappróðrarfólk, ið rógva við Toftabátinum til Regatta-siglingina í kvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar.