Bátastevnan verður skotin í gongd í Vestmanna kirkju

Í annaðkvøld klokkan 20 verður stórsligin konsert í Vestmanna kirkju. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Á konsertini fara Tær 4 úr Frelsunarherinum í Havn, Magni Chrisiansen, Jens Marni Hansen og Vestmanna Kirkjukór at framføra.

 

Konsertin er startskotið til stóru Bátastevnuna, sum verður um vikuskiftið, men sum byrjar í Vestmanna longu hósdagin. 

 

Ja, vit kundu sagt, at stórsligna konsertin mikukvøldið leggur lunnar undir bátastevnutiltakið 2022.

 

Vestmanna Kirkjukór, sum skipar fyri konsertini, fer bæði at framføra einsamalt - og saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar. 

 

Jens Marni Hansen fer eisini á sín serstaka hátt at syngja saman við Vestmanna Kirkjukóri.

 

- Konsertin mikukvøldið klokkan 20 er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Vestmanna.