Bátur tikin fyri at órógva Ramsar-øki

- Vit heita á siglarar um at kunna seg um reglurnar fyri Ramsar-økini í Føroyum, sigur løgreglan.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um bát, sum sigldi við ov nógvari ferð nærri enn 500 metrar úr fuglabjørgum á Nólsoynni.

 

- Vit hava nøkur sonevnd Ramsar-øki í Føroyum, har ein serlig skipan er galdandi fyri sigling nærri enn 500 metrar úr landi.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at Ramsar-økini í Føroyum eru Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólmur.

 

- Her er ikki loyvt at sigla við meira enn átta míla ferð undir fuglabjørgum í tíðarskeiðnum frá 15. apríl til 31. august.

 

Løgreglan sigur, at her er Nólsoy í ávísari serstøðu, tí øll oyggin er ikki fevnd av hesum reglum, eins og Skúvoy og Mykines eru.

 

Tú kanst eitt nú sigla millum Havnina og Nólsoy við tí ferð, tú hevur hug til, men tá tú kemur til støðini í oynni, har sjófuglur reiðrast, er Ramsar-reglurnar galdandi.

 

- Í gjár fingu vit so eina fráboðan úr Nólsoy um bát, sum fráboðarin helt breyt galdandi reglur, og í slíkum føri standa vit vanliga fyri bátinum, tá hann kemur til lands.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eigarin av bátinum, sum sambært fráboðaranum breyt hesar reglur í Nólsoy í gjár, verður sektaður við bót.

 

- Hetta eru reglur, sum komu í gildi í 2017, og vit heita á siglarar um at kunna seg um reglurnar fyri Ramsar-økini í Føroyum, sigur løgreglan.