Beinir spælir í Keypmannahavn

Beinir hevur tvær konsertir í Keypmannahavn hesa vikuna

Seinastu vikurnar hevur Beinir verið á konsertferð í Danmark. Hann hevur sum solistur hitað upp fyri songkvinnuna Dopha á konsertum kring Danmark.

 

Hóskvøldið spælir Beinir saman við bólki sínum í Byhaven í Keypmannahavn. Byhaven er hugnaliga túnið hjá Pumpehuset mitt í danska høvuðsstaðnum, har konsertir javnan verða hildnar. Umframt Beinir spælir Fenja eisini á konsertini.

 

Fríggjakvøldið spælir Beinir við bólki sínum í Vega í Keypmannahavn. Har verður konsert hjá Dopha, og á hesari konsertini spælir Beinir saman við bólkinum.

 

Beinir gav fyri tveimum vikum síðani út ep-útgávuna »World Out There«, sum fekk gott ummæli í Sosialinum.