Beinleiðis: Tíðindafundur hjá Føroyum

Føroyska A-landsliðið hevur í løtuni tíðindafund á Tórsvølli

Føroyska manslandsliðið skal í annaðkvøld spæla móti Skotlandi á Tórsvølli. Skotska landsliðið hevur sín tíðindafund í Skotlandi, undan fráferðini til Føroya. Nakrir skotskir tíðindamenn eru komnir til Føroya og til tíðindafundin hjá Føroyum. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og liðskiparin Hallur Hansson eru við.

 

Håkan Ericson:

 

Tað eru nakrir harðir og spennandi dystir í løtuni. Skotland er væl fyri og klára seg væl í løtuni. Teir vunnu 3-2 á Ísrael eftir at hava verið aftanfyri tvær ferðir. Vit verða noyddir at kempa og Skotlandi er ágrýtnasta liðið í bólkinum.

 

Hallur Hansson:

 

Sum Håkan Ericson, so kann eg bara taka undir við, at hetta verður ein spennandi uppgáva fyri okkum. Skotland eru ágrýtnir og effektivir, tá teir fáa møguleikarnar. Men vit eru fyrireikaðir og gleða okkum, tí vit hava hoyrt at ta koma nógvir áskoðarar.

 

Spurningur: Ávirkar tað tykkum, at tit ikki fáa mál í dystinum móti Eysturríki?

 

Håkan Ericson:

 

Sjálvandi ávirkar úrslitið okkum, men vit hava greinað dystin og tað vit síggja er, at vit eru væl við. Vit eru kropsliga væl fyri, men vit skulu gera nøkur færri mistøk. Vit gera nøkur mistøk í samband við málið hjá teimum. Tað mugu minnimera.

 

 

 

Tað komu ikki fleiri spurningar á tíðindafundinum. Landsliðið fer nú at venja.