Beinta og Fípan best í barnaróðrinum

Fyrstu sigrarnir í ólavsøkuróðrinum fóru til Miðvágs og Klaksvíkar

 Teir báðir bátarnir, sum fyrr í summar hava staðið seg best í barnaróðrinum, staðfestu í ólavsøkuróðrinum, at hesar báðar manningarnar eru tær bestu.

 

  

Í kappingini millum dreingirnir vunnu teir umborð á Beintu úr Miðvági enn eina ferð. Burtursæð frá í fyrsta róðrinum á norðoyastevnu, so hevur Beinta vunnið allar ferðirnar. Í dag var Junkarin úr Kvívík næstfremstur og Fípan Fagra úr Klaksvík var nummar trý. Munurin frá Beintu og til Junkaran var meiri enn ein hálv bátslongd, og frá Junkaranum og til Fípuna var munurin ein bátslongd.

 

 

 

Í kappingini millum genturnar vann Fípan Fagra úr Klaksvík fyri fimtu ferð. Á norðoyastevnu vann Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag, og í Sørvági vann Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ.

 

 

 

Í dag var Fípan Fagra eina hálva bátslongd frammanfyri Spógvan, sum var eina bátslongd undan Firvaldi, ið vann tættu kappingini um bronsuplássið við Jallin og Títling.

 

 

 

Barnaróður dreingir

1Beinta02:40.07  
2Junkarin02:42.13  
3Fípan Fagra02:45.19  
4Ternan03:00.13  
5Jomfrúgvin03:03.06

 

 

 

 

 

Barnaróður gentur

1Fípan Fagra02:45.15  
2Spógvin02:47.24  
3Firvaldur02:50.13  
4Jallurin02:50.18  
5Títlingur02:51.05  
6Hulda03:00.17  
7Pílur03:01.22