Belgia letur Ukraina 30 F-16 stríðsflogfør

Áður hava belgisku myndugleikarnir sagt, at landið fer ikki at lata F-16 flogfør til Ukraina fyrr enn í fyrsta lagi í 2025.

Ukraina fer einaferð í ár at fáa F-16 flogfør av sama slagi, sum hesi rumensku flogførini.

Belgia fer at lata Ukraina tilsamans 30 stríðsflogfør av slagnum F-16, og veitingin kemur longu í ár.

Hetta veit belgiska tíðindastovan, Belga, at siga í dag og vísir til úttalilsi hjá landsins uttanríkisráðharra, Hadja Lahbib. 

 

Áður hava belgisku myndugleikarnir sagt, at tey ikki fara at lata F-16 flogfør til Ukraina fyrr enn í fyrsta lagi í 2025.

 

Fráboðanin um F-16 flogførini kemur fyri ein fund, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skal hava við belgisku stjórnina.

 

 

 

Ukraina fer einaferð í ár at fáa F-16 flogfør av sama slagi, sum hesi rumensku flogførini.