Belgiari dømdur 40 ára fongsul í Iran

Revsingin hjá einum belgiskum neyðhjálpararbeiðara fevnir eisini um 74 pískasløg og eina bót upp á eina millión dollarar.

Ein 40 ára gamal belgiskur neyðhjálpararbeiðari er dømdur 40 ára fongsul í Iran fyri njósning. Revsingin fevnir eisini um 74 pískisløg og eina bót upp á eina millión dollarar. - Foto: François Walschaerts/Ritzau Scanpix

Ein 40 ára gamal, sum starvast við neyðhjálp, er dømdur 40 ára fongsul í Iran fyri njósning.

Revsingin fevnir eisini um 74 pískasløg og eina bót upp á eina millión dollarar.

Tann dømdi, Olivier Vendecasteele, hevur sambært dóminum samstarvað við USA ímóti Iran.

Hann hevur sambært iranskum miðlum fingið 12,5 ára fongsul fyri njósning.

Harumframt er dómur eisini 12,5 ára fongsul fyri at hava samstarvað við fíggindaliga sinnaðar stjórnir eins og 12,5 ár fyri hvítvasking av pengum.

Maðurin er eisini dømdur 2,5 ára fongsul fyri at gjaldoyrasmugling.

/ritzau/Reuters.