Benjamin: Eg hugsaði at raka bóltin so reint sum møguligt (FM1)

(FM1) Hoyr Benjamin Heinesen hjá B36, kandidat til at hava skorað ársins mál í Gundadali og Dánjal Godtfred hjá TB seta orð á 3-0 sigurin hjá B36 á TB

##med2##

 

B36 vann 3-0 á TB á ovara vølli í Gundadali í kvøld, men tað var als ikki so lætt sum úrslitið ber boð um. Leingi var støðan 1-0, og við fleiri høvi hótti TB málið hjá B36. Móti dystarenda fekk B36 tó tvey mál, og serliga 2-0 málið hjá Benjamin Heinesen, ið var ein dundurfluktari var eitt minniligt mál.

 

Sigurin merkir, at B36 er nú á fjórða plássinum við sama stigatali sum NSÍ, 27 stig, men við betri málmuni enn NSÍ. 

 

HER sæst málið frá Televarpinum á Facebook. 

 

B36 – TB 3-0 (1-0)

 

1-0: Hannes Agnarsson 18.

 

2-0: Benjamin Heinesen 86.

 

3-0: Ragnar Samuelsen 88.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum. Heðin Askham var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Benjamin Heinesen, ið segði, at hann hugsaði um at raka so bóltin so reint sum møguligt, og tí var kenslan góð at síggja bóltin fara inn. Benjamin viðgongur tó, at B36 má fáa gagnnýtt Uros Stojanov betri í teimum komandi dystunum. 

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Dánjal Godtfred hjá TB, ið heldur, at TB vísti nógvar dygdir í dagsins dystum fram til dystarendan, og hetta gevur honum vónir fyri, at TB kann yvirliva í niðurflytingarstríðnum í Betrideildini.