Benny Johansen gevur FSF av grovfílini

? Soleiðis ber ikki til at føra samráðingar, sigur ein illur og vónbrotin Benny Johansen um framferðarháttin hjá Fótbóltssambandi Føroya undir samráðingunum millum partarnar, sum FSF sleit í seinastu viku

Benny Johansen er ikki blíður, nú Fótbóltssambandið eftir drúgvar samráðingar kortini ikki vildi hava tann roynda danska venjaran at standa á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum.
Hann sigur við donsku heimasíðuna hjá TV3 www.onside.dk, at framferðarhátturin hjá FSF undir samráðingunum als ikki kann góðtakast.
Benny Johansen helt nevniliga, at partarnir vóru komnir ásamt um eina avtalu, sum hevði við sær, at hann skuldi gerast fulltíðar landsliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum.
Heimasíðan skrivar, at eftir ætlan skuldu partarnir møtast fyrst í mars at skriva undir sáttmálan, men fleiri vikur seinni fær Benny Johansen at vita, at FSF ikki vil skriva nakran sáttmála við Benny og sleit harvið samráðingarnar. Orsøkin var, at Fótbóltssambandið ikki hevur ráð til ein fulltíðar venjara.
? Fyrst var eg sera vónbrotin av hesum, men so gjørdist eg bæði illur og irriteraður, sigur Benny Johansen.
? Framferðarhátturin hjá FSF undir samráðingunum kann als ikki góðtakast. Í hesum tíðarskeiðnum, har eg havi verið í samráðingum við FSF, havi eg víst øðrum tilboðum frá mær, tí eg helt tað vera etiskt rættast, sigur Benny.
Hann vísir á, at hann hevur víst sera góðum og lokkandi tilboðum frá evropeiskum feløgum frá sær, meðan hann bíðaði eftir FSF, tí hann væntaði at skriva undir við føroyingar. Soleiðis skuldi tó ikki ganga, og nú spurdist einki burturúr hesum samráðingunum.