Berbatov lovar at betra seg

Tað hevur gingið illa hjá Tottenham í Premier League higartil í ár, og álopsstjørnan Dimitar Berbatov hevur eisini verið eitt vónbrot, eftir at hann í fjør var millum stóru profilarnar í kappingini.

- Nú vita tey flestu, hvussu eg spæli, og tað ger tað truplari hjá mær, men eg ætli mær at halda fram við harða arbeiðnum, og eg vil gera alt fyri liðið, sigur Berbatov við Sky Sports.

Tottenham skal í kvøld spæla ímóti Aston Villa.