Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 1,5 miljónir, og í kvøld var aftur høvi at deila gekka-upphæddina í teir tríggjar leyparnar. Tað valdi Berit Abrahamsen at gera. Vertur var Jan Gardar.

Berit Abrahamsen vann 20.000 krónur

Hon var bert tveir seymir frá hálvu miljónini, sum hon hevði lagt í bláa leypin.

Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 1,5 miljónir, og í kvøld var aftur høvi at deila gekka-upphæddina í teir tríggjar leyparnar. Tað valdi Berit Abrahamsen at gera. Vertur var Jan Gardar.

Tað var ein borgari á einum sambýli í Runavík, Berit Abrahamsen, sum í kvøld fekk fulla plátu í gekka-spælinum.

Fjarritari var Eva Skibenæs, og hon leiddi hegnisliga hepna borgaran gjøgnum spælið. 

Høvuðsvinningurin var á 1,5 miljónir, og í kvøld var aftur høvi at deila gekka-upphæddina í teir tríggjar leyparnar.

Tað valdi Berit Abrahamsen eisini at gera.

Í øllum trimum royndunum steðgaði hjólið á 20.000 krónum, men vit kunnu av røttum siga, at her var spenningur til tað seinasta.

Tí, í seinastu royndini var hon so nær bláa leypinum, at einans tveir seymir restaðu í - so hevði hálva miljónin verið har!

Men, tað var ein fegin vinnari, sum takkaði fyri tær 20.000 skattafríu krónurnar, sum Berit Abrahamsen gjørdist ríkari í kvøld.