Berlin vitjar Havnina

Ferðamannaskipið Berlin liggur í dag við bryggju við Molan í Havn.

Sum vanligt er um summarið, so leggja fleiri ferðamannaskip leiðina framvið Føroyum, og í Havnini eru tey vorðin ein býarmynd um summarið.


Í dag er tað ferðamannaskipið Berlin, ið liggur við Molan í Havn. Talan er um eitt týskt ferðamannaskip, ið er á veg til Týskland aftaná eina ferð kring Ísland. Ferðin byrjaði í Reykjavík og endar í Bremerhaven.


Pláss er fyri 412 ferðafólkum á skipinum, har 180 starvsfólk ganga teimum til handa. Skipið er bygt í 1980 og er skrásett í Malta. Tað er 139 metrar til longdar og 17,5 metrar breitt.


Longu í morgin kemur næsta ferðamannaskipið, Mein Schiff, á Havnina.